Havastovur, Vindeygu og Hurðar

Havastovur, Karnappar, Vindeygu, Hurðar, Skjótihurðar, Útbygningar, Uppíbygningar, Altanir.

Tekningar av gjørdu arbeiði

_______________________________________________________________

Vindeygu og hurðar:
Vit skifta eisini vindeygu og hurðar. Vit hava havt sera góðar royndir av hesum vindeygum og hurðum í meiri enn 15 ár.  Hetta er av bestu góðsku.

________________________________________________________________

Havastovur – Ger dreymin til veruleika.
Fá ljósið inn.Vit hava meiri enn 20 ára royndir innan havastovur, glasbygningar,vindeygu og hurðum. Vit gera eisini karnappar. Hava danskarar brúk fyri havastovu so hava vit tað meiri. Havastovan gevur tær møguleika at gera summari “longr” og njót varman frá sólini fleiri dagar. Hevur tú eina havastovu við skjótihurðum kanst tú skjótt broyta havastovuna frá einum innirúmi til eitt útirúm. Einki við at renna runt við havamøblum oø, tá eitt æl kemur, bert draga hurðina fyri. Við einum terassi- ella luftvarmara kanst tú fáa stóra gleði av at nýta havastovuna alt ári. Ein kava ella regndag kanst tú sita inni og njóta ljósi útifrá, ja sjálvt á hávetri tá sólin sendir nakrar geiðslar, kann gerast heitt inni í havastovuni.

Konstruktióni
Konstruktionin kann gerast úr timbri ella aluminiumsprofilum.

Síðurnar:
Síðurnar kunnu verða úr glasi, skjótihurðum ella sum vanligir vegg.

Takið:
Mest vanliga er at takið verður gjørt úr sterkum ljósum plast kanalplátur, sum einki sæst ígjøgnum, men ljósið, sum kemur ígjøgnum er hóskandi og ikki ov sterkt. Sjálvandi kann takið eisini gerast úr klárum glasi, men klárt takglas gevur ofta ov nógv blendandi ljós.

Fundament
Fundamentið verður gjørt úr betong ella timburi.

___________________________________________________

Prísur
Prísurin verður alt eftir hvat skal takast við í tilboðið. Vit kunnu koma á staðið og geva vegleiðing, máta upp og so geva eitt tilboð. Prísurin verður eftir hvat slag av havastovu, stødd, tilfar og hvussu nógv vit skulu gera. Við í tilboðnum kunnu vit, um tygum ynskja, hava tað vanliga, tekningar, umsøkn um byggiloyvi,  útgrevstur, sokkul, fundament, gólv, hurð inn til verandi hús, betongsaging oa. So tygum tørva ikki at hugsa um tekningar, byggiloyvi, heldur ikki um at fáa fleiri arbeiðstøkur inn í byggingina. Einfalt og lætt fyri tygum. Vit gera alt, um tit ynskja tað.